Silas Bjarnason Joensen hevur sett undirskriftina á nýggjan sáttmála, sum bindur hann til felagið til og við kappingarlok 2026.
Ungi bakkurin, sum er uppvaksin í felagnum, var tvær ferð á dómaraseðlinum í fjør, tó uttan at verða skiftur inn. Hann vann sær fast pláss á okkara 1. deildarliðið í fjør og spældi eisini við U17 og U21.
Í landsliðshøpi hevur hann spælt á U15-, U16- og U17-landsliðnum, seinast í EM-undankappingini fyri U17-landslið, sum var í Albania í oktober.