Eftir trý ár í útlegd, verður landsliðsleikarin Julia Naomi Mortensen aftur at síggja í reyða og svarta búnanum.
Julia Naomi er uppvaksin í TB, men byrjaði sína yrkisleið í vaksnamannadeildini hjá okkum, har hon, frá 2017 til 2021, taldist millum profilarnar á liðnum. Síðani fór hon til Danmarkar at spæla. Fyrst við AGF, og síðani við AaB.
Har var hon fram til 2024, tá hon aftur var at síggja í føroyskum fótbólti. Seinastu tvey árini hevur hon spælt við NSÍ, har hon eisini hevur verið ein av stuðulsleikarunum.
Komandi kappingarár fáa vit í HB aftur høvið at njóta fótbóltsevnini hjá Juliu Naomi, og tað er nakað, sum vit fegnast um. Og sjálv er Julia Naomi eisini spent at vera aftur.
Við Juliu Naomi, Saru og Leu hava kvinnurnar fingið tilgongd av trimum spælarum við A-landsliðsroyndum, umframt stórtalentinum Brá Zachariasardóttir. Hópurin sær sterkur út, og Julia Naomi er ikki bangin fyri at seta sær høg mál.
– Vit fara eftir at vinna alt, sigur hon brosandi.
– Liðið er styrkt í mun til í fjør. Góðir leikarar eru komnir til, og higartil eru tað Sunniva og Fridrikla, sum ikki halda fram frá í fjør. Men liðið skal spælast saman, og vit skulu finna stevið. Vit taka ein dyst í senn, men tað er ein varin optimisma, har vit fara eftir at vinna hvønn dyst, sigur hon at enda.
Vit bjóða henni vælkomnari “heim” aftur í Gundadal, og gleða okkum til Meistaradeildin við kvinnum byrjar aftur, sunnudagin 22. Mars, tá FC Hoyvík kemur á vitjan.




















