Tá talentini blóma… umaftur

Okkara Old Girls hava í vikuskiftinum skrivað søgu við at vinna FM fyri Old Girls fyri fyrstu ferð í søgu felagsins.

Hesi talentini hava gjøgnum árini, á hvør sín hátt, havt sína stórheitstíð. Summi hava ligið í dval í fleiri ár. Onnur hava havt sítt fótbóltstalent frammi av og á. Og í ár gingu øll hesi talentini upp í eina hægri eind saman, og endaðu við gullinum um hálsin.

Alt byrjaði í einari eehhhhmmm… hugnaløtu í 2021. Tá bleiv “Visjón 2025” sett í verk. Høvuðsendamálið í “Visjón 2025” varð at koppa 7-faldu meistarunum úr B36 áðrenn 2025. Eitt venjaratoymið við fimm kvinnum bleiv sett.

Fyrsta árið (2022) høvdu vit eina fótbóltsvenjing um vikuna, og endaðu á øðrum plássi. Í ár bleiv alt meira seriøst, og øktist vetrarvenjingin við einar styrkivenjing við framúr fysiskum venjara í vektrúminum.

Tá vit byrjaðu uttandura í ár, bleiv tað til tvær fótbóltsvenjingar um vikuna. Sigast má, at effektin av hesum hevur givið góð úrslit, hóast av uppmøting eftir summarferiuna ikki hevur verið nakað at reypa av. Tó hevur tað effektivasta helst verið, at ongin er blivin við barn🤷‍♀️

Leygardagin varð so seinasta umfarið hjá Old Girls í ár. Onkrar broytingar hava verið á okkara liðið. Millum annað bleiv málmaðurin hjá okkum, May-Britt, headhunta av 07 Vestur, har hon skuldi verja málið í Betri deildini. Tíverri bleiv tað ein stutt karriera, tí hon breyt tvey rivjabein í fyrsta dystinum, og hevur sitið uttanfyri síðani. Vónandi verður hon klár aftur til Old Girls 2024.

Men flestu trupulleikar kunnu loysast, eisini málmannsposturin. Gunn og Kristina hava verið framúr góðir málmenn eftir summarfrítíðina, og ivasamt er um May-Britt verður fyrstaval, tá hon verður aftur. Tað verður í hvussu er kapping um plássið!

Ná, men aftur til leygardagin. Spenningurin var øgiligur, tí HB og B36 lógu jøvn í stigum. B71 lá 5 sig aftanfyri.

Fyrst møttu vit B36. B36, við sínum drúgvu royndum, lá sera langt afturi á vøllinum. Vit høvdu bóltin nógv, men vóru sera spakar í tí direkta spælinum. Sýntust nervøsar, sum um tað var gulli í einari HM finalu vit stríddust um. Silja, Ása D, Ása CH og Gunn høvdu fleiri góðar samanspælingar. Ann V kom í eina góða skotstøðu í fyrra hálvleiki, men rakti ikki nógv væl, so ein B36ari kemur ímillum.

Bæði liðini høvdu onkrar royndir uppá mál. Eitt tað tættasta vit komu at skora í seinna hálvleiki var, tá driblisnillingurin Ása H.C skjeyt beinleiðis fríspark, og B36 málmaðurin mátti toyggja seg fult út fyri at fáa fingrarnar á bóltin. Ein onnur støða, ið mundi endað við máli, var tá Elin spældi til Ásu D í høgru og Ása flættar millum fleiri, leggur gott innfyri, eftir jørð, Elin er á plettinum, men skjýtur beint við síðuna av málinum. Nærri kom eingin, og tí endaði dysturin 0-0.

So varð B71 á skránni. Okkara venjarar avtalaðu, at nú skuldi satsast alt og onki sparast. Liljan, sum oftast spælir í verjuni bleiv koyrd framm á vinstra vong. Hetta skuldi vísa seg at geva úrslit. Saman við teimum offensivu Ásu HC, Kristinu og Silju, løgdu vit høgt press. Ein verjuleikari hjá B71 leggur bóltin tvørtur um til egnan leikara, men Liljan kemur ímillum, høggur til fyrstu ferð og so varð 1-0.

Vit halda áfram við at liggja høgt. Farmakonomurin Vilhelmina í verjuni vinnur eitt kontra hjá B71, hon driplar framvið trimum B71arum, sum um hetta er eitt lætt spæl, og sum hon hevur gjørt síðani barnaárini á Argjum. Hon sendir bóltin til bankakvinnuna Silju, sum setir hann í netið. 2-0, og stór frøi á fjøldini.

Í seinna hálvleiki er B71-málmaðurin komin langt út, og vit liggja eitt sindur afturi. Liljan rópar hart til sínar leikarar, at málverjin er komin langt út, so nú er at skjóta. Hetta hoyrir málverjin og svarar heldur festliga Liljuni aftur, at “um Liljan ikki hevði fangað tað fyrr enn nú?”.

Løtu seinni støkkur bólturin framman fyri Liljuni, har hon er komin longur aftur at hjálpa verjuni. Málverjin liggur enn langt frammi á vøllinum, so Liljan sparkar bóltin hart við sínum tiltikna karatesparki. Bólturin flýgur framvið øllum, eisini málverjanum, sum harvið fekk sítt aftursvar. 3-0.

Ein B71 leikari verður so illa skadd, at hon noyðist av vøllinum. Nú eru góð ráð dýr, tí B71 hevði ongan útskiftara. Hvat annað er at gera enn at vit bjóða teimum ein av okkara leikarum. Ása HC er fús at bjóða seg fram, sum B71ari restina av dystinum.

Vit enda við at skora til 4-0, tá ið Liljan driblar seg leysa i høgru síðu, kemur inn til málið og leggur inn fyri til fuglfirðingin Ann H, sum kemur flúgvandi, og setir bóltin púra rólig í netið.

Tveir dystir og clean sheet. So verjan við Rudi, Jenny, Vilmu, Liljuni og Beintu saman við málmonnunum Gunn og Kristinu spældi stak væl. Eydna hevur spartlað hús tað mesta av 2023, og harvið forsømt venjing. Men hesa ferð var hon komin at hjálpa Anniku á síðulinjuni í venjararolluni.

Ein av makunum skuldi havt sagt um morgunin, at hann hopaði at daman vann, tí hann orkaði ikki at blíva við at hoyra “gullsøgur frá 1991”. So hesin er helst glaður nú.

Í ár blomstraðu hesi nú Old Girls talentini aftur. Spennandi verður, um tað heldur fram næsta ár, ella um tær følna.

 

Leikarar til hesa kappingina:

Elin, Kristina, Gunn, Jenny, Liljan, Vilhelmina, Rudi, Beinta, Ása D, Ása H.C, Silja, Ann V, Ann H.

Venjaratoymi:

Elin, Annika, Liljan, Jenny, Silja og Eydna