Kvinnurnar ígongd aftur

Eftir ein drúgvan summarsteðg, rullar bólturin aftur hjá Betri kvinnum. Fyrsti dysturin er ímóti EB/Streymi/Skála við Margáir. Hetta er ein uppgerð millum nr. 2 og 4, har bert trý stig skilja okkum.

Nakrar broytingar eru hendar í hópinum í summarferiuni. Julia Naomi er farin til Danmarkar at royna eydnuna í AGF, meðan Gunnvá og Jónvá er farnar av landinum í lestrarørinum.

Nýggj í málinum er Amalie Jørgensen, sum er komin úr Danmark. Harumframt eru fleiri av okkara dugnaligu U15-gentum við at hava aldur til spæla vaksnamannafótbólt, og tær sleppa at royna seg.

Talan verður í øllum førum um eina spennandi kapping hjá kvinnunum, har bert 7 stig skilja nr. 1 og nr. 6, nú kappingin er hálvrunnin.

Mynd: portal.fo