Sara til Italia at spæla

Ein av profilunum á kvinnuliðnum, Sara Samson Lamhauge, verður fyribils ikki at síggja í HB-troyggjuni. Orsøkin er at hon fer til Italia, har hon skal spæla við Apulia Trenti, ið spælir í Seriu-C.

Felagið hevur fylgt Saru síðani 2017, og hava nú bjóðað henni ein sáttmála, sum fyribils er galdandi restina av hesum kappingarárinum.

Fyri kvinnurnar er tað sjálvsagt ein stórur missur, men sum felag kunnu vit bara fegnast um, at feløg uttanlands vísa okkara spælarum ans.

Vit ynskja Saru góða eydnu í Italia.

Mynd: Rakul Hansen