Týskvøldið 1. februar kl. 19 verður eitt kunnandi tiltak fyri allar HBarar.
Nýggi høvuðsvenjarin hjá Betri monnum, Kim Engstrøm, kemur at greiða frá um fyrireikingarnar til komandi kappingarár. Eisini verður høvuðsvenjarin hjá Betri kvinnum, Jan Laursen, har og kemur somuleiðis at siga nøkur orð um ætlanirnar við kvinnunum í ár.
Mads Løvig, menningarstjóri, fer fortelja okkum um nýggja leistin í ungdómsdeildini, sum eftir eitt ára fyrireiking, nú verður settur í verk. Og til at seta hetta í verk, hava vit sett tveir ungdómsvenjarar, sum høvið verður at heilsa uppá.
Møtið fjølment!
Hevur tú goldið limagjaldið fyri 2022? Avgreið tíni limaviðurskifti HER.