Fýra landsliðsboð afturat

U19-landsliðið fyrr í ár í dysti ímóti Armenia

Nógv landsliðsvirksemi verður komandi tíðina, og nú eru fýra landsliðsleikarar afturat úttiknir úr HB.

Tað er U19-landsliðið við gentum, sum skal taka lut í Baltic Cup 2024 í Estlandi.

Tríggir dystir eru á skránni, og til teir dystirnar eru 18 spælarar boðsendir, har av tær fýra úr HB:

  • Astrid Poula Mittfoss
  • Fríða Magnusardóttir Jakobsen
  • Lisa Haraldsen
  • Teresa Jacobsen

Kappingin verður sum nevnt í Estlandi, har føroysku genturnar skulu spæla tríggjar dystir. Tann fyrsti er ímóti Litava tann 11. september. Tveir dagar seinni spæla tær ímóti vertstjóðini Estlandi, og mánadagin 16. september er tað so Lettland, sum er mótstøðuliðið.

Næsta uppgávan hjá U19-gentunum, aftaná Baltic Cup, er EM-undankappingin. Tann kappingin verður í Serbia um mánaðarskifti november/desember. Har møta tær Eysturríki og Kekkia.

Føroysku genturnar gjørdust besti 2’arin í B-deildini, og eru tí fluttar upp í A-deildina til komandi EM-undankapping.

Mynd: FSF