Teresa á A-landsliðnum

18-ára gamla Teresa Jacobsen er fyri fyrstu ferð úttikin til A-landsliðið. Hóast sín unga aldur er hon ein av stuðulsleikarunum hjá Betri-kvinnum, og hevur longu spælt 79 dystir á besta liðnum.

Í landsliðshøpi er hon heldur ikki óroynd. Hon hevur spælt á bæði U17- og U19 landsliðnum, har tað higartil er blivið til 22 landsdystir tilsamans.

Umframt Teresu eru Sunniva, Fridrikka og Gunnvá eisini úttiknar.

Tveir dystir eru á skránni hesa ferð. Fríggjadagin 30. mai spæla Føroyar í Moldova, og týsdagin 3. juni taka tær ímóti Slovakia á Tórsvølli.

Hagtøl: FaroeSoccer