Best umboðaðir á landsliðnum

Við fimm spælarum er HB best umboðaða felagið á A-landsliðnum, til komandi dystirnar ímóti Póllandi og Kekkia.

Viljormur og Ári havi fingið afturval síðani seinasta landsdyst. Eisini er Hanus við aftur, eftir at hann meldaði avboð vegna skaða.

Teitur fekk skaða í dystinum ímóti B68, men avloysarin á landsliðnum er tann sami, sum tann í HB, nevniliga okkara egni Bjarti. Hann segði undan kappingarbyrjan, at ætlaði at taka dystin upp við Teit í málinum, og at hann var til reiðar, um brúk var fyri honum. Og vit kunnu sanniliga siga, at hann hevur tikið av møguleikanum.

Bartal endiliga fingið møguleikan

Sannførandi avrikini hjá Bartal í miðverjuni gera, at landsliðsvenjararnir ikki kunnu hyggja burtur frá honum longur. Í HB hava vit ongantíð verið í iva í hansara evnum, men onkursvegna hava landsliðsvenjarar hugt aðrastaðni, og valt aðrar framum hann.

Fyrri dysturin verður ímóti Póllandi á Tórsvølli 12. oktober, meðan seinni dysturin verður í Kekkia 15. oktober.