– Tað er her hjartað er

Verjuskansin og liðskiparin, Bartal Wardum, heldur fram í barndómsfelagnum í minsta lagi tvey ár afturat.

Hann telist millum mest royndu spælararnar í hópinum, og hann er eisini tann spælarin í hópinum, sum hevur spælt flestar dystir fyri felagið – 317 fyri besta liðið er tað blivið til higartil.

Undan kappingarbyrjan í ár fekk Bartal tann heiður at verða útnevndur sum liðskipari. Nakað, sum tóktist heilt natúrligt, nú hann hevði rundað 300 dystir fyri felagið.

Og tað fara óiva fleiri dystir at leggjast afturat, nú hann hevur longt sáttmálan til og við 2028.

Fyri Bartal var tað ein heilt natúrlig avgerð at halda fram, har alt byrjaði.

– Nú havi eg altíð verið í HB, og tað er her, hjartað er. So tað var ikki ein ring avgerð at taka, sigur Bartal. Projektið, sum vit nú fara í gongd við, virkar spennandi, so tað telur eisini heilt sikkurt upp

– Tað er eitt nýtt setup, stórt sæð ígjøgnum alt felagið. Tað í sær sjálvum virkar spennandi. Nýggjur venjari og nokk so nógv nýggj ting. Vit fáa at síggja, hvussu alt verður, men tað virkar spennandi, sigur Bartal at enda.