Nú stórdystur er á skrá í Klaksvík mánakvøldið 10. august kl. 18.30, hevur tað týdning at vit møta fjølment upp og stuðla okkara monnum, ið stríðast fyri einum evropeiskum plássi, og einum góðum enda á kappingarárinum.
Tí skipa HB-Stuðlar fyri fjepparabussi av Hálsi til Klaksvíkar og aftur.
Klassiski dysturin millum mest vinnandi liðið í høvuðsstaðnum og kappingarneytarnir í Klaksvík hevur altíð verið ein av ársins størstu, og vit HB’arar minnast flest øll onkra av stóru løtunum. Gangið ikki glipp av hesum dystinum, tí her kann væl gerast talan um ein nýggjan klassikara.



















