Danin Oliver Klemensen er fyrsta tilgongdin til Meistardeildarhópin við monnum.
Hann er 20-ára gamal miðverji, sum farna kappingarár spældi við 07 Vestur. Hann spældi 26 av 27 landskappingardystum og var tann leikarin hjá 07 Vestur, sum spældi flestar minuttir.
Fótbóltsuppvøksturin hevur hann fingið í Lyngby og FC Nordsjælland. Hann hevur eisini umboðað Danmark á U17-, U18- og U19-landsliðnum.
Eftir eitt ár í føroyskum fótbólti, er hann nú til reiðar at taka næsta fetið.
– Eg hevði nakrar góðar samrøður við Mikkjal, sum fekk meg sannførdan um, at hetta var rætta staðið fyri meg. Og so er HB tað størsta felagið í Føroyum, sum skal spæla við um steyp, sigur Oliver í stuttari viðmerking.
Oliver hevur undirskrivað sáttmála til og við 2029.
Vælkomin í Gundadal, Oliver.
Myndir: Rói Sørensen / HB
Hagtøl: FaroeSoccer























