Mikkjal Thomassen nýggjur høvuðsvenjari

HB hevur sett Mikkjal Thomassen sum nýggjan høvuðsvenjara hjá Meistardeildini við monnum. Mikkjal byrjar í starvinum 1. november, og sáttmálin er galdandi til og við 2029.

Við Mikkjali fáa vit ein royndan venjara, sum kennir føroyskan fótbólt sera væl.

Partarnir eru vorðnir samdir um ein trý ára sáttmála, og Mikkjal tekur formliga við sum høvuðsvenjari 1. november.

–  Vit sum starvsnevnd eru ótrúliga errin av, og fegin um, at vit kunnu kunngera, at Mikkjal Thomassen skal vera venjari hjá besta mansliðnum hjá HB komandi trý árini.

– Tilgongdin hevur verið spennandi og lærurík fyri okkum. Vit vóru so heppin, at Mikkjal var tøkur á marknaðinum. Vit hava brúkt nógva tíð at tosa saman, haft góðar samrøður um, hvat tað er, sum vit ætla við felagnum. Hvat vilja vit við besta mansliðnum, og hvat vil hann, sigur Helga Ellingsgaard, forkvinna.

Mikkjal Thomassen hevur drúgvar royndir sum venjari bæði í føroyskum og útlendskum fótbólti. Nú gongur leiðin aftur til føroyskan fótbólt og til HB.

– HB hevur verið so spennandi í hesum umfarinum. Eg havi haft nógvar góðar samrøður við nevndina í HB, og tá eg havi gjørt alt upp, havi eg følt, at hetta projektið er heilt ótrúliga spennandi og meiningsfult. Tað er ambitiøst, tað er stórt potentiali, sum partvís er óforloyst. So tað er nógv í mær sum tendraði uppá tað, sum HB ætlar sær í gongd við nú, sigur Mikkjal um orsøkina til, at hann valdi HB.

Setanin er partur av arbeiðinum hjá HB at menna besta mansliðið og felagið, við at skapa eitt sterkt og støðugt grundarlag fyri komandi árini.

Núverandi venjaratoymið, við Lukasz á odda, heldur fram hetta kappingarárið út.

Vit gleða okkum at bjóða Mikkjali vælkomnum í HB og síggja fram til samstarvið.

Vælkomin í HB, Mikkjal!