Miðverjin, Áki Johannesen, verður framhaldandi partur av HB, nú hann hevur longt sáttmálan við einum ári.
Áki skifti úr B68 undan kappingarárinum 2025, har hann var ein av stuðulsleikarunum. Byrjanin í HB var heldur ikki tann besta, tá ein skaði setti hann uttanfyri í nakrar mánaðar. Tað var ikki fyrr enn í august sama árið, at hann fekk sínar fyrstu minuttir.
Kappingarárið 2026 eydnaðist betur fyri Áka, har hann ofta var at síggja millum teir fyrstu 11. Eitt pláss, sum hann helt fast í, inntil hann í dysti ímóti KÍ fekk ein skaða í økslina, sum gjørdi, at hann sat uttanfyri í tveir mánar.
Hóast tíðin í HB hevur verið eitt sindur merkt av skaðum, var Áki ikki í iva um, at hann vildi halda fram her.
– Eg eri glaður fyri at halda fram. Hetta er eitt spennandi projekt, sum er fyri framman. Eg eri spentur til komandi kappingarár, og gleði meg til at vit fara at kappast. Vit ætla okkum at kappast um alt, sum er at kappast um, sigur Áki.
Higartil er tað blivið til 34 dystir í reyðu og svørtu blusuni, men nú sáttmálin er longdur við einum ári, fara fleiri at leggjast afturat.
Mynd: Rói Sørensen/HB
Hagtøl: FaroeSoccer



















