Hans verður málmansvenjari

Í 2013 var Hans Jørgensen við til at vinna føroyameistaraheitið við HB. Nú, 13 ár seinni, er hann aftur í reyðum og svørtum – hesaferð sum málmansvenjari hjá besta mansliðnum.

Hans hevur verið málmansvenjari í B36, men nú gongur leiðin norður um, har hann skal taka sær av okkara málmonnum komandi tvey árini.

Vit gleða okkum til samstarvið og eru fegin um at hava Hans aftur í HB.

Hjartaliga vælkomin Hans!