Eftir nøkur minnisrík ár í reyðum og svørtum er tíðin komin at siga farvæl við Gilberto.
Hann hevur verið við til at skriva sín part av søguni í HB, vunnið steyp og sett síni spor – bæði innanfyri og uttanfyri vøllin.
Nú takkar Gilberto fyri seg við hesum hjartanemandi orðunum 👇
”Tað hevur verið ein stórur heiður hjá mær at vera partur av hesum felagnum og hesi familjuni!
Eg eri ómetaliga errin av at kunna siga, at eg havi vunnið steyp við hesum liðnum – míni fyrstu steyp nakrantíð. Hetta eru løtur, sum eg ongantíð fari at gloyma, og sum eisini hava skrivað seg inn í søguna hjá felagnum!
Farna kappingarár gav okkum eingi steyp, men tað gav okkum nakað annað: ein nýggjan vilja og eina enn størri tráan eftir at røkka hægri málum!
Eg veit, at HB kann røkka teimum málum, sum felagið setir sær, takkað verið øllum teimum eldhugaðu fólkunum, sum eru knýtt at felagnum.
Eg eri bæði keddur og glaður. Soleiðis er tað ofta, tá ið tíðin er komin at siga farvæl. Men fram um alt vil eg siga eina hjartans tøkk til øll tykkum, sum hava gjørt tað møguligt hjá mær at kalla HB mítt heim.
Við hjartans tøkk,
Gilberto”



















