Silvur til kvinnurnar

Leygardagin leiktu kvinnurnar seinasta dystin í ár.

Hetta hevur verið eitt turbulent ár – við venjaraskifti, skaðum og fráflyting – men kortini hava okkara ligið í oddinum alla kappingina og verið við til at myndað kappingarárið við góðum fótbóltsspæli og røttum stríðsanda.

Tá samanum kom, gjørdist úrtøkan tvey silvurmerki.

Tað eru vit errin av!

Tit hava víst, at tit megna at reisa tykkum – eisini eftir beisk tap – og nýta tað til at styrkja viljan.

Takk fyri í ár, røsku kvinnur!

Vit gleða okkum til at fylgja fyrireikingunum til komandi ár.

Eisini ynskja vit KÍ til lukku við gullinum.