Góða Elmi – takk fyri hesi 14 árini og yvir 300 dystirnar, sum tú hevur spælt við besta liðnum hjá HB!
Vit vóna at síggja teg her í Gundadali komandi ár, hóast tú nú setir gaggurnar á hillina.
Í 14 ár hevur hon hugtikið okkum við málum, uppspølum, lekkrum avleveringum og fintum. Hon hevur skallað, taklað og kempað – og gingið undan.
Sambært FaroeSoccer hevur Elmi spælt tilsamans 309 dystir í bestu deildini.

























