Eyðvør heldur fram hjá kvinnunum

Vit eru sera fegin um at kunngera, at Eyðvør Jakobsen fer at venja kvinnurnar, inntil kappingarárið er liðugt.

Eyðvør tók við venjarastarvinum í juni, tá ið kvinnurnar brádliga stóðu við ongum venjara. Upprunaliga skuldi hon bara hjálpa til í ein mánað fram til summarsteðgin.

Men nú hevur Eyðvør skrivað undir uppá, at hon fer at venja besta liðið hjá kvinnunum árið út.

– Eyðvør er ein av bestu venjarunum í Føroyum. Hon hevur sera gott taktiskt forstáilsi og hartil gott menniskjansligt forstáilsi. Hon krevur nógv – bæði av sær sjálvari og av leikarunum, og hetta fer at menna leikararnar. Og so er hon uppvaksin í HB. Tað fær valla verið betri. Vit eru so sera glað fyri avtaluna, sigur Helga Ellingsgaard, forkvinna í HB.

– Eg haldi, at hetta er ein spennandi uppgáva. Tað hevur gingið væl í fyrru hálvu, og hóast vit hava mist nakrar góðar leikarar í steðginum, er hetta ein spennandi hópur. Eg gleði meg til fyrstu venjingina í morgin, sigur Eyðvør Jakobsen, høvuðsvenjari hjá kvinnunum.

Nú summarsteðgur er, liggja HB-kvinnurnar á fyrsta plássi í ovara bólkinum – trý stig frammanfyri KÍ á øðrum plássi og 10 stig frammanfyri Víking á triðja plássi. Landskappingin byrjar aftur 9. august, tá HB møtir Víkingi á heimavølli.

Í steypakappingini skulu tær spæla fyrru hálvfinalu móti 07 Vestur síðst í august, og seinnu hálvfinalu í september. Spæla tær seg víðari, møta tær antin KÍ ella Víkingi í finaluni.

Vit ynskja Eyðvør og kvinnunum bestu eydnu, nú bólturin fer aftur á rull.