Limafundur fyri allar HBarar

Í kvøld, 5. november kl. 19, verður limafundur í HB-húsinum.

Limirnir eiga felagið, og tí eiga tit eisini at vita, hvat gongur fyri seg í HB. Fyri at tryggja tykkum neyðuga opinleikan vil nýggja nevndin tí greiða tykkum frá um arbeiðið higartil, um broytingar, um ætlanir og um kósina frameftir.

Møtið fjølment til eitt gott og konstruktivt prát um Havnar Bóltfelag – og til eitt hugnaligt kvøld saman.