Shaki aftur á landsliðnum

A-landsliðsvenjarin hjá monnum, Håkan Ericson, hevur úttikið 23 spælarar til komandi landsdystirnar ímóti Íslandi og Liktinstein. Sum vant er Teitur millum teir útvaldu. Heðin er eisini við aftur hesa ferð, eftir at hann var skaddur til seinastu landsliðsúttøku.

Umframt teir báðar er René Shaki eisini úttikin hesa ferð. René var fastur maður á landsliðnum fram til 2019, men í fjør darvaðu skaðar honum so mikið, at hann ikki var millum teir útvaldu. Í ár hevur hann tó verið skaðafríur, og við fleiri sannførandi avrikum, harímillum 4 ferðir dagsins leikari, hevur hann spælt seg inn aftur í landsliðshitan, har hann hoyrir heima.

Landsdystirnir vera sum nevnt ímóti Íslandi og Liktinstein, og verða spældir ávíkavist 4. og 7. juni á Tórsvølli. Báðir dystirnir byrja kl. 19.45.