Bilasølan stuðlar kvinnunum

Bilasølan, sum umboðar merkini Volkswagen, Audi og Skoda, heldur fram sum stuðul í HB.

Í fjør vóru teir at síggja á leikbúnanum hjá Betri monnum, meðan í ár eru teir stuðlar á kvinnusíðuni, har teir koma at vera sjónligir á leikbúnunum hjá Betri kvinnum, umframt U15 og U13 gentum.

Vit fegnast um at vinnulívið spælir við okkum, og eru errin av at ein so sterkur viðspælari stuðlar kvinnu- og gentusíðuni í felagnum.

Á myndini síggjast Páll Mohr Joensen, formaður, og Kiran Jóanesarson frá Bilasøluni.