Fríggjakvøldið møta vit Víkingi í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið. Í hesum sambandi skipa HB-Stuðlar fyri busstúri til Norðragøtu.
Tit skulu ikki hugsa um nátturan, tí frá kl. 16 servera vit fleskaburgarar í HB-húsinum til øll, sum koma við bussinum. Bussurin koyrir kl. 17.
Kostnaður fyri bæði mat og buss er 100,- kr.
Fyri at vita hvussu nógvan mat vit skulu gera, er neyðugt at tekna seg til busstúrin, við at senda ein teldupost til turid@hb.fo
Seinasta freist at tekna seg er mikukvøldið 19. apríl kl. 20.
Mynd: in.fo