Við bussi til Norðragøtu

Mikukvøldið spæla vit fyrru hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið ímót Víkingi. Dysturin verður í Sarpugerði, og byrjar kl. 18.00.

Víkingur hevur volt okkum mikið høvuðbrýggj í ár, tó so at seinasta dyst megnaðu vit aftur at knógva teimum. Tann dystin var áskoðarafjøldin við til at bera liðið fram, og tí er aftur tørvur á stuðli uttanfyri girðingina. Tí skipa HB-Stuðlar fyri bussferð til Norðragøtu. Bussurin koyrir av vanliga staðnum, við Høllina á Hálsi kl. 17.00. Kostnaður 50,- kr.