Bussur til Klaksvíkar

HB-Stuðlar skipa fyri bussferð til Klaksvíkar mikudagin 24. apríl, í samband við steypadystin ímóti KÍ.

Bussurin koyrir frá Høllini á Hálsi kl. 17.00. Koyrt verður ígjøgnum Eysturoyartunnilin.

Bussurin kostar 50 kr. fyri vaksin, og 20 kr. fyri børn.

*BUSSURIN ER FULLTEKNAÐUR*

Seinasta freist at keypa er mánadagin 22. apríl 2024.