Kvinnurnar til Suðuroyar

Lutakast hevur verið í steypakappingini hjá kvinnum. Fyrst var lutakast til innleiðandi umfarið, og síðani til fjórðingsfinalurnar.

Tað einasta vit vistu frammanundan, var at liðini, ið ikki eru í Betri Deildini (ÍF og TB/FCS/Royn), byrjaðu í innleiðandi umfarinum. Og lutakastið háttaði seg soleiðis, at okkara kvinnur skulu byrja í innleiðandi umfarinum, har mótstøðuliðið verður felagsliðið úr Suðuroy. Dysturin verður spældur sunnudagin 9. mai.

Lutakast var eisini til fjórðingsfinalurnar, og megna okkara kvinnur at spæla seg víðari har til, verður tað enn ein uppgáva á útivølli, ímóti Føroyameistarunum úr KÍ. Hesin dystur verður spældur mikudagin 2. juni.