Fyrr í ár varð avgjørt at seta eina serliga nevnd fyri kvinnufótbóltin í HB. Hetta fyri at raðfesta kvinnufótbóltin enn hægri. Nakað sum Fótbóltssamband Føroya eisini hevur meldað út.
Vit í HB taka fult undir við at kvinnufótbólturin skal hava hægri raðfesting, og tí hava vit framt hesa bygnaðarbroyting. Nevndin fyri kvinnufótbólt hevur ábyrgdina av fyriskipan av kvinnufótbólti í vaksnamannadeildini. Gentur U18 og yngri verða fyrisitin av ungdómsnevndini.
Skulu skapa betri karmar fyri kvinnurnar
Kappingarárið 2020 hilnaðist ikki sum ætlað hjá kvinnunum, ásannar forkvinnan í nevndini fyri kvinnufótbóltin, Simona Heinesen.
– Tað er eingin loyna, at vit ikki hava havt eitt gott kappingarár í 2020, so nú hyggja vit frameftir. Vit halda, at tað er tíð til at vit aftur melda okkum í FM-stríðið, og ætla at fáa FM-steypið aftur í HB-húsið. Sjálvandi ynskja vit eisini at vinna steypakappingina. Við at seta høg mál leggja vit eisini trýst á okkum sjálvi í nevndini fyri kvinnufótbólt, sigur Simona.
Tað er eingin loyna at karmarnir og uppmerksemi fyri kvinnufótbóltinum, ikki er á sama stigið sum hjá monnunum. Og hetta fer kvinnunevndin at arbeiða við, sambært Simonu.
– Nevndin fyri kvinnufótbólt vil skapa eitt umhvørvi í HB, har leikarar mennast, samstundis sum at tað er gott og stuttligt at vera her. Fyri at røkka hesum málið, muga vit skapa góða karmar fyri kvinnurnar. Vit hava í ár m.a. arbeitt við at skapt betri karmar rundanum heimadystinar hjá kvinnunum, við m.a. kaffisølu, tónleiki og stadion speakara.
Ítróttarligu fortreytirnar eru til staðar
Í ár hevur HB verið væl umboðað á ymsu gentu- og kvinnulandsliðunum. Hetta boðar frá, at leikaratilfeingi er til meira.
– Vit vita at okkara leikarahópur er nógv betri, enn tað vit hava sæð í ár. Vit hava nógvar leikarar á ungdómslandsliðum og eisini leikarar á kvinnulandsliðnum. Og vit meta, at vit í Jan og John hava fingið eitt venjaratoymi, sum kann fáa tað besta úr okkara leikarum, og náa enn hægri næsta ár, sigur Simona at enda.
Tey, ið manna nevndin fyri kvinnufótbóltin eru:
- Simona Heinesen, forkvinna
- Eyðvør Jakobsen
- Fríðunn Niclasen
- Margit Stórá
- Rói Jacobsen