Nýggj kappingarskrá

Nú er kappingarskráin bæði hjá Betri monnum og kvinnum lagdar av nýggjum, og kappingarnar kunnu byrja – tveir mánaðar seinni enn ætlað.

Byrja ímóti EB/Streymi

Sum flestum kunnugt skuldi kappingin byrjað 8. mars, men korona umfarssóttin forðaði hesum. Nú verður so byrjað aftur, og í fyrstu atløgu verður tað uttan áskoðarar.

Eins og í upprunaligu skránni hjá monnunum, verður fyrsta mótstøðuliðið EB/Streymur, og tann dysturin verður 9. mai. Munurin er tó at tað verður á heimavølli, og ikki á útivølli sum í upprunaligu leikskránni.

Av tí at tað verður byrjað so seint, verður spælt longri út á árið, umframt at summarsteðgurin verður styttur. Summarsteðgurin verður frá 12. til 27. juli, og síðsta umfar er sett til at verða spælt tann 7. november, tá vit enda kappingarárið í Klaksvík.

Kappingin kann verða stytt

Hóast landið higartil er komið væl frá koronasmittuni, er tikið hædd fyri at smittan brýtur út aftur. Tí kann kappingin enda við at verða stytt niður í 18 umfør, umframt at tað kann verða neyðugt at avlýsa steypakappingina. Fyrsta umfar í steypakappingini verður spælt 8. juli, meðan fjóðrings- og hálvfinalur verða spældar ávíkavist 21. og 28. november. Tvs. eftir at landskappingin er liðug. Sjálv finalan verður á Tórsvølli 5. desember

Kvinnurnar byrja seinni

Fyrsta umfar hjá kvinnunum verður spælt sunnudagin 24. mai, tá okkara kvinnur fara til Klaksvíkar at spæla ímóti Føroyameistarunum KÍ. Spælt verður fram til 12. juli, og tá verður ein lítil summarsteðgur á tvær vikur. Kvinnurnar enda kappingarárið á heimavølli 15. oktober, tá EB/Streymur/Skála kemur á vitjan.

Í mun til í fjør, so verða tað 6 lið í Betri deildini hjá kvinnum. Eftir nøkur ár burtur, verður NSÍ aftur at síggja í fremstu kvinnudeildini.

Mynd: Rakul Hansen