Høvuðsvenjari hjá kvinnum settur

Tað verður 35-ára gamli póllendingurin Lukasz Cieslewicz sum fer at standa á odda fyri okkara Betri kvinnum. Avtala er gjørd við hann um at verða høvuðsvenjari komandi tvey árini.

Sum hjálparvenjara hevur Lukasz fingið ein garvaðan HBara, nevniliga Óla Hendrik av Fløtum. Óla Hendrik var í fjør fysiskur venjari hjá EB/Streymi, men áðrenn hetta hevur hann í fleiri umførum verið virkin í venjaraleiklutum í HB. Arbeitt verður eisini við at seta ein málmansvenjara til kvinnurnar, og hesin verður væntandi settur innan stutta tíð.

Lukasz er eitt vælkent navn í føroyskum fótbólti, har hann hevur spælt síðani 2011. Fyrst fleiri ár við B36, síðani Víkingi og síðstu tvey árini við B68.

Hóast passið er pólskt, er Lukasz nokk at meta sum hálvur føroyingur eftirhondini. Síðstu 12 árini hevur hann búð í Føroyum, umframt at hann eisini búði nøkur av sínum barna- og ungdómsárum í Vági, har pápi hansara, Robert Cieslewicz, spældi við VB.

Vit bjóða Lukasz vælkomnan í norðara enda av Gundadali, og ynskja somuleiðis Óla Hendrik væl afturkoman.

Mynd: sport.tvp.pl