HB og Kári Reynheim, sum hevur verið venjari hjá Betri-kvinnum, hava í dag gjørt av at endað samstarvið. Tað eydnaðist ikki at finna neyðuga stevið millum spælarahópin og venjaran, og tí bar ikki til at halda fram.
Tilgongdin at finna nýggjan venjara til kvinnurnar er byrjað, og væntandi fyriliggur ein loysn innan stutta tíð.