Fýra HB-kvinnur á landsliðnum

Mánadagin 9. mars skal føroyska A-landsliðið hjá kvinnum spæla venjingardyst ímóti Estlandi. Landsliðsvenjarin, John Petersen, hevur úttikið  20 leikarar til dystin, har ímillum fýra úr HB. Tær eru:

Eyðgerð Rúnadóttir Mikkelsen
Sara Samson Lamhauge
Sarita Maria Mittfoss
Julia Naomi Mortensen

Hetta er síðsti venjingardystur, áðrenn EM-undakappingin byrjar, á útivølli ímóti Wales 10. apríl.

Vit ynskja teimum fýra til lukku við úttøkuni, og ynskja samstundis føroyska kvinnulandsliðnum góða eydnu.