Lutakast hevur verið í steypakappingini hjá kvinnum. Mótstøðuliðið í fjórðingsfinaluni verður Skála.
Dysturin verður spældur í Gundadali, mikudagin 12. juni.
Skála er “nýtt” lið í Betri deildini hjá kvinnum, eftir at samstarvið við EB/Streym endaði í 2023. Liðini hava longu spælt ein landskappingardyst í ár. Hann endaði við 3-0 sigri til okkara.
Mynd: FSF