”A seious and ambitious footballer, who likes responsibilty and leads by example”.
Hesi vøkru orð fekk Halla Morgan Ejdesgaard við á vegnum, tá hon, vegna føroyska WU17-landsliðið, tók ímóti Respect & Fair Play steypinum, sum Føroyar vunnu, tá EM-endaspælið var í Føroyum fyrr í ár.
Í HB kenna vit væl Hallu og eiga ein part av stórtalentinum. Halla var partur av okkara besta kvinnuliðið fram til í summar, tá hon flutti til Hjørring at spæla fótbólt.
Umframt Hallu vóru eisini Elin Elmelund Hansen, Leona Kjærbæk Djurhuus, Silja Trier, Tóra Olsen og Durita Vón Vidtfeldt við á føroyska WU17-landsliðnum. Hjartaliga til lukku allar samlar.
Á myndini eru foreldrini, Gestur Hansen, og Mariann Ejdesgaard, saman við Hallu.
Mynd: Ingi Arge, FSF





















