Fyrsti landsdystur

Sunniva og Fridrikka fingu báðar sín fyrsta A-landsdyst, tá Føroyar í kvøld møtti Montenegro. Báðar hava tær áður umboða Føroyar á U19-landsliðnum.

Hetta var fyrstu ferð at tær báðar vóru úttiknar til A-landsliðið. Sunniva byrjaði dystin, meðan Fridrikka kom á vøllin, tá 71 minuttir vóru spældir. Umframt tær báðar, eru eisini Rúna og Ása við á landsliðnum hesa ferð.

Leiðin hjá A-landsliðnum hjá kvinnum gongur nú til Kýpros, har spælt verður týsdagin 26. september.

Myndir: FSF