Fimm HB’arar eru úttiknir til U15-landsliðið við dreingjum, sum skal til Ungarn seinni í oktober. Teir fimm eru:
- Regin Tórálvsson
- Markus Trier Simonsen
- Baldur Bartalsson
- Kristjan Róksson
- Jógvan Linklett
Teir fýra fyrst nevndu er á felagsmyndini, meðan Jógvan er á myndini niðanfyri.
Til lukku við úttøkuni, og góða eydnu á ferðini.





















