Tað er ikki bara A-landsliðið við monnum, sum er úttikið í dag. Eisini U21-landsliðið er úttikið, og har eru vit eisini væl umboðaði við fimm spælarum. Teir úttiknu úr HB eru:
- Bjarti Vitalis Mørk
- Samuel Johansen Chukwudi
- Stefan Radosavljevic
- Lukas Giessing
- Áki Debes Samuelsen
Umframt teir 5 eru eisini Ári Arge, ið er útleigaður til EB/Streym, og Símun Sólheim og Hanus Sørensen, ið hava slitið ein stóran part av sínum barnaskóm í HB.
Talan er um tveir dystir. Fyrri dysturin, ið er ein venjingardystur ímót íslendska U19-landsliðnum, verður spældur 3. juni. Meðan tann seinni, ið er EM-undankappingardysturin ímót Armenia, verður spældur 8. juni. Báðir dystirnir verða spældir á Svangaskarði.