U17-dreingir føroyameistarar

Aftast frá vinstru: Ransin N Djurhuus, Niklas D Gaard, Pætur Mc. Leod Jacobsen, Dánial Suma Poulsen, Tórur F Joensen, Dánjal Nygaard Samuelsen, Gilli Róason, Ólavur í Skála, Hjalti Vang, Øssur Hjalt Mohr
Fremst frá vinstru: Magnus Hentze, Suni Wardum, Kristian Dam Petersen, Ási Pálsson Dam, Pauli Magnussen, Dánjal Nolsøe Leifsson, Oskar Mortensen, Jóhann Bech

Í vikuskiftinum vunnu U17-dreingirnir føroyameistarheitið. Í síðsta dystinum, sum var ímóti KÍ í Klaksvík, var kravið ein sigur. Ella endaði FM-heitið hjá Víkingi, sum fyrr í ár vann steypakappingina.

Úrslitið av dystinum gjørdist 2-1 til okkara dreingir.

Til lukku við FM-heitinum, dreingir.

Venjari hjá U17 er Ransin Napoleon Djurhuus.