Henda koronavegleiðing og tilmæli er galdandi fyri skipan av venjingum í barna- og ungdómsdeildunum, og kunnu hesar venjingar byrja mánadagin 4. mai. Talan er um aldursbólkarnar frá U7 til og við U21. Dentur verður lagdur á, at talan er bert um venjingar. Venjingartíðirnar mugu tillagast, og tí eru tær áður ásettu tíðirnar ikki galdandi í fyrstu atløgu.
Kappingarnar hjá nevndu aldursbólkum er framvegis ikki settar á skrá.
Leiðreglur í samband við venjing hjá børnum og ungum:
- Um man er sjúkur, er man heima og møtir ikki til venjing. Um man ivast, er man eisini heima.
- Sjúkutekin: Fepur, ilt í hálsinum, hosti, trongd.
- Skiftingarrúm og styrkirúm eru stongd – leikarar skifta heima áðrenn og aftaná venjing.
- Er felagsfundur áðrenn ella aftaná venjing, eiga bólkar á maks. 10 persónar at sita saman við í minsta lagi 2 metrar frástøðu millum hvønn leikara. Mælt verður til at skipa videofundir um gjørligt.
- Leikari hevur sín egna drekkidunk við til venjing.
- 10 leikarar kunnu venja í bólki saman við einum venjara
- 8 bólkar á 10 leikarar kunnu venja á einum heildum vølli samstundis
- Í aldursbólkunum U15 og eldri kann allur leikarahópurin venja saman
- Bólturin kann verða ein smittukelda, og skal vaskast áðrenn og aftaná venjing.
- Vestar og venjingarútgerð skal í mestan mun handfarast av sama persóni, og útgerðin skal vaskast áðrenn og eftir venjing.
- Allir leikarar og venjarar/hjálparfólk skulu vaska/spritta hendur áðrenn og aftaná venjing.
- Felagið skrásetur allar persónar, sum eru til staðar til hvørja venjing (navn og telefonnummar). Harumframt verður skrásett hvørjir persónar eru í hvørjum bólki á maks. 10 leikarar.