Tríggir hava fingið afturval, og Leivur er nýggjur maður. Leivur hevur veruliga bitið seg fastan á besta liðið í ár, og nú verður hann løntur fyri harða arbeiðið og er úttikin til U21-landsliðið fyri fyrstu ferð.
Leivur hevur spælt á U15-, U17- og U19-landsliðnum, men fær nú møguleikan at leggja U21-landsliðið afturat CV’num.
Umframt Leiv eru Ejvind, Ási og Noah úttiknir.
Tveir dystir eru á skránni hjá U21-landsliðnum. Fyrst ímóti Kroatia á útivølli 5.september, og síðani í Klaksvík ímóti Grikkalandi 10. september.
Mynd: RSmedia / HB