Minningarorð um Beiggjan

Beiggin í vælmaktsdøgum
Beiggin í vælmaktsdøgum

Beiggin, Johan Johannesen, okkara kæri HB-liðfelagi, andaðist í Keypmannahavn mánadagin 13. september 67 ára gamal.

Beiggin vaks upp í Stoffalág, hann var sonur Johan í Bankanum teir róptu, ið sum yngri var málverji og seinni formaður í HB. Johan var slektaður úr Tórshavn. Mamma Beiggjan, Magna Johannesen, var slektað úr Øravík.

Sum teir flestu, so fekk Beiggin sína fyrstu fótbóltsligu uppaling í nærumhvørvinum, har møguleikar vóru at spæla fótbólt. Uppi í Stoffalág lærdi hann saman við grannadreingjunum at “kryssa” og finta úti á vegnum á vegnum, úti í garðinum, undir snóratrænum, yviri á “Allasa bøi”, yviri á Egholmstrøð, á KFUM plenini, á Eysturvølli og aðrastaðni. Beiggin vísti tíðliga serstakliga góð fótbóltsevnir.

Beiggin var við í einstøkum dystum á fremsta liðnum hjá HB í 1972, men í 1973 vann tann kviki og málsøkni Johan Johannesen sær fast sæti á besta liðnum hjá HB. 1973 gjørdist eisini eitt tað glæsiligasta ári hjá HB í meistaradeildini.

HB-liðið 1973, sum vann allar dystirnar og FM. “Beiggin” situr fremstur, uttast til vinstru

Við loyvi frá Suna Merkisstein endurgeva vit úr HB bókini “Koyr á HB”:

Gavst í bestu árum
Eyðfinn Lamhauge handar “Beiggja” steyp í samband við borðtenniskapping

Øll róptu hann Beiggin. Ta stuttu tíð, ið hann spældi, var hann millum teir bestu hjá HB. Hann var bráðskjótur og vandamikil fyri málinum. Hann var besti málskjútti bæði í 1974 og 1975 – ikki bara í HB, men í  allari landskappingi.

Beiggin var fyri tað mesta høgri vongur. Hann hevði sín eyðkenda stíl.

Dámdi væl at bjóða bakkinum av. Við kynstrigum kropsrørslum dugdi hann væl at fanga mótleikaran á tí skeiva beininum og kvikliga smoyggja sær inn um verjuna við bóltinum. Hann hevði eyðsýndar gávur og var tann føddi málskjúttin.

FM-liðið 1975. Beiggin situr fremst, uttast til vinstru

Hann var eisini á landsliðnum nakrar ferðir. Hann kom á fyrsta lið átjan ára gamal. Har spældi hann árini 1972 – 1976. Beiggin var fjølgávaður ítróttamaður; hann spældi eisini á 1. liði hjá Kyndli, spældi flogbólt við HB og var í fremstu røð í borðtennis.

Flutti til Danmarkar

23 ára gamal flutti Beiggin til Danmarkar. Hann hevur búleikast í Keypmannahavn síðani, har hann hevur haft fyrifallandi arbeiði. Beiggin spældi eitt skifti við føroyingunum í Keypmannahavn, men gavst síðan við øllum ítrótti.

Vit minnast Beiggjan í takksemi og virðing og goyma minnini um ein merkisverdan og framúrskarandi fótbóltsspælara og ítróttarmann.

Friður veri við minninum um Johan Johannesen.

Havnar Bóltfelag / liðfelagar í HB

HB-liðið 1974, sum vann FM. “Beiggin” er fremst til vinstru