Herfyri var árliga endatiltakið hjá venjarum í ungdómsdeildini hjá HB.
Byrjað var í HB húsinum, har borðreitt var við onkrum góðum fyri tostan.
Mikkjal Thomassen stakk inn á gólvið og heilsaði uppá – og greiddi eitt sindur frá sínum arbeiði og royndum.
Hann legði út við at siga, »at tað var ikki ofta, at hann hevði møtt einum ungdómsvenjarabólki sum hesum – við so nógvum fótbóltstímum í beinunum«, og tað taka vit bara sum rós 🙂 Mikkjal dugdi sera væl at greiða frá og at tosa týdningin av ungdómsvenjaraarbeiðinum upp.
Eftir eina hugnaliga løtu í HB-húsinum fóru øll yvir á Tórsvøll fyrst til upphiting við góðum mati og drekka – og síðan til landsdyst hjá A-Monnum har Føroyar møtti Slovakia.
Vit takka Mikkjali fyri løtuna, Hilton Garden Inn fyri blíðskapin – og síðst, men ikki minst, øllum okkara ungdómsvenjarum, sum hvønn dag ótroyttiliga leggja so stóra orku í at lata børn og ung uppliva fótbóltsgleði, spæl og góða menning.
Nú verður vetrarvenjing á skrá – men vit gleða okkum longu til húsið aftur komandi ár verður fult av yðjandi lívi frá børnum og ungum, sum tit taka tykkum so væl av!























