Vit eru í steypafinaluni!

Gundadalur kókaði, tá vit við einum sannførandi avriki, spældu okkum í steypafinaluna.

Nógv vágafólk vóru komin til Havnar, og við rómaraljósum, megafon og trummum, settu tey sín dám á frá byrjan. Hetta tendraði eisini ein neista í okkara áskoðarafjøld, ið ikki stóð nakað aftanfyri.

Um góða lagið á áskoðarunum hevði sína ávirkan, skal vera ósagt. Men okkara menn byrjaði væl, og settu seg beinanvegin á dystin.

Hóast endaliga úrlitið gjørdist ein tepur sigur á 2-1, kundu vit við eitt sindur meira nærlagni og hepni, vunnið enn meira sannførandi.

Men í síðsta enda er tað bara úrslitið, sum stendur eftir, og vit kunnu fegnast um enn eitt finalupláss.

Fokus er nú á halda fram við góða spælinum, tað sum er eftir av landskappingini, áðrenn vit fara at hugsa um sjálva finaluna, sum verður á Tórsvølli leygardagin 4. november kl. 17.00.

Mynd: portal.fo