Disney Playmakers

Tilmeldingin til Disney Playmakers 2026 er nú opin og fer fram her https://bit.ly/disney2026.

Fyrsta venjing verður mánadagin 16. februar og vant verður hvønn mánadag kl. 17 í Høllini í Finsen.

Venjarar eru Elin. E. Hansen, Hanna Thomsen og Elin Christiansen

Hvat er Disney Playmakers?

Disney Playmakers er eitt samstarv millum Disney og UEFA, har endamálið er at geva 5–6 ára gomlum gentum eina øðrvísi og stuttliga byrjan upp á fótbólt, við serligum denti á rørsluførleikar, lívsførleikar og sosialar førleikar.

Eitt umfar av Playmakers fevnir um 8–10 venjingar, har vit spæla okkum ígjøgnum søgugongdina úr einum Disneyfilmi við sterkum kvinnuligum fyrimyndum. Hesa ferð spæla vit okkum ígjønum filmin Encanto.

Hesa ferð er Playmakers ætlað gentum, sum eru føddar í 2019 og 2020.