Fótbóltsskúlin 2022

Árligi fótbólsskúlin hjá HB og FSF verður í Havn 24. og 25. juni.

Fótbóltsskúlin er ætlaður børnum, bæði gentum og dreingjum, sum eru fødd í 2007 til 2015. Kostnaðurin fyri at luttaka er 450 krónur. Tá er venjing, matur, t-troyggja, vatndunkur og ein bóltur íroknað, sum verður latin luttakarunum.

Tilmeldingin fer fram í Nethandilinum hjá FSF. 

Freistin at boða frá luttøku til Fótbóltsskúlan hjá HB er týsdagin 21. juni.