FØROYAMEISTARAR

Teir hava ligið á odda meginpartin av kappingini, og við sigri í toppdystinum ímóti 07 Vestur, tryggjaðu U17-dreingirnir sær FM-heitið í deildini.

Í innleiðandi bólkaspælinum vunnu teir 8 av 10 dystum, og higartil í endaspælinum hava teir vunnið 5 av 6. So hóast tvey umfør eru eftir at spæla, hava teir longu tryggjað sær Føroyameistaraheitið, og eru sostatt eisini greipuvinnarar.

Umframt heiðurin at verða Føroyameistarar, fáa teir eisini eina spennandi og øðrvísi avbjóðing komandi kappingarár, tá teir, sum tað fyrsta føroyska liðið nakrantíð, skulu luttaka í UEFA Youth League.

Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku.