Leivur tekur eitt ár afturat

Tekniskt dugnaligi miðvallarin, ið fekk sítt gjøgnumbrot í ár, hevur undirskrivað nýggjan sáttmála við barndómsfelagið.

Leivur hevur verið partur av besta og næstbesta liðnum í nøkur ár, men tað var ikki fyrr enn í ár, at hann veruliga beit seg fastan á liðið. Leivur var á vøllinum í 25 av 27 landskappingardystum, og var í fleiri av teimum sera eyðsýndur í álopsspartinum. Serliga minnast vit sigursmálið ímóti B36 í 8. umfari, tá hann smekkaði bóltin í handara horn til 2-1, tá bert fáir minuttir vóru eftir.

Nú fara vit at síggja meira til bóltsnillingin við 30-talinum á rygginum, nú sáttmáli fyri 2025 er undirskrivaður.