Vælkomin aftur í Gundadal

Hóast vit eru flutt heim aftur á Ovara vøll, hava vit enn nøkur korona tilmæli at taka hædd fyri. Gundadalur er tí býttur í fimm øki, við avmarkaðum plássum. Økini eru:

  • Øki 1: HB-húsið
  • Øki 2: Vestara skýlið, norður
  • Øki 3: Vestara skýlið, suður (Útilið)
  • Øki 4: B36-húsið (Útilið)
  • Øki 5: Bakkin

Vit mæla øllum til at keypa atgongumerki í forsølu, og at halda seg til sítt øki. Tey, ið hava árskort, skulu sita í HB-húsinum. Atgongumerki kunnu keypast HER.

Eisini vilja vit minna á almennu tilmælini um reinføri og sosiala samveru:

  • Hav gott hondreinføri, vaska tær ofta og væl um hendurnar. Spritta hendurnar, um tú ikki hevur atgongd til vatn og sápu.
  • Hosta og njós í ermuna – ikki í hendurnar.
  • Avmarka kropsligt samband við onnur sum til dømis lógvatak, klemm og kinnkoss.
  • Hav gott reinføri bæði heima og til arbeiðis.
  • Ver sera ansin í støðum, har nógv fólk savnast.
  • Minst til altíð at halda frástøðu.
  • Minst til, vit kunnu øll vera smittuberar, hóast vit eingin sjúkutekin hava.
  • Verið varug við sjúkueyðkenni, ið kunnu benda á coronavirus, t.d. hosta og fepur, og ver heima um tú merkir tær okkurt.

Vit bjóða øllum at vera vælkomin aftur í Gundadal.

Góðan dyst.