18-ára gamli Leivur Fossdal Guttesen hevur undirskrivað 2-ára sáttmála við HB. Leivur spældi við HB fram til 2018, tá hann fór til Danmarkar at royna seg í SønderjyskE. Nú hevur hann avgjørt at koma heim aftur.
– Hetta er ein ungur og spennandi leikari, sum vit nú fáa heim aftur. Hann hevur fingið góða fótbóltsuppaling í einum Superliga-felagi, og vit skulu nú hjálpa honum at menna seg enn meira, sigur Berthel í stuttari viðmerking.
Leivur ger seg galdandi á teimum framrættaðu plássunum, og hevur umboðað Føroyar á U15, U17 og U19-landsliðnum.
Vit bjóða Leivi vælkomnan heim.