Útsettir dystir vegna korona

Nú koronasmittan aftur er staðfest í Føroyum, hevur FSF avgjørt, at fyribils verður allur fótbóltur, undantikið Betri Deildin menn, útsettur frá og við mikudegnum 5. august, og til og við fríggjadagin 14. august.

Samstundis hava vit í HB, tikið avgerð um at lata HB-húsið aftur komandi dagarnar, so at bert tey, ið hava avtalað ørindi, kunnu koma inn.

Allar venjingar hjá ungdómsliðum eru avlýstar restina av vikuni. Hetta er eisini galdandi fyri venjingar í Stimburhøllini.

Vit kunna nærri, so skjótt onkur broyting verður.