Í vikuni fingu vit tey tungu boðini, at Dánjal Samuelsen andaðist á Landsjúkrahúsinum, týsdagin 1. februar, einans 63-ára gamal.
Dánjal var leiðari fyri ítróttaranleggini hjá Tórshavnar kommunu, og tí hevur nógv og gott samstarv verið millum Dánjal og HB. Hann gekk fyrimyndarliga høgt uppí sítt starv, legði sjálvur nógv fyri og legði samstundis dent á, at vit øll røktu ítróttarogninar hjá kommununi væl.
Dánjal var avgjørdur, men samstundis eisini lagaligur, og hann var altíð góður at heita á, tá okkurt var áfatt. Hann var altíð tøkur, á kvøldi sum á degi.
Tað er ein stórur missur fyri ítróttin í Havn, at Dánjal so brádliga fór í annað ljós, men størstur er missurin fyri tey nærmastu. HB takkar fyri samstarvið, og vit samkenna við tykkum, sum syrgja Dánjal.
Við hesum vilja vit í HB lýsa frið yvir minnið um Dánjal Samuelsen.
Havnar Bóltfelag
Mynd: Tórshavnar kommuna